Skotar hava møguleika at sleppa upp í ES

Skotar hava møguleika at sleppa upp í ES
Fyrrverandi ES-forsetin, Donald Tusk, sigur, at flestu ES-lond høvdu tikið væl ímóti Skotlandi sum nýggjum limalandi
Donald Tusk er fyrrverandi forseti í ES
 
03.02.2020 - 11:47

Tað er ikki ógjørligt hjá Skotlandi at koma upp í aftur ES, sigur fyrrverandi forsetin í ES, Donald Tusk, sambært Berlingske.

Hann vil vera við, at meginparturin av ES-londunum hevði verið fegin um at fingið Skotland upp í  aftur samveldið. 

Tað sigur hann, eftir at Bretland - og harvið eisini Skotland - fór úr ES fríggjadagin.

Um skotar skriva út fólkaatkvøðu um loysing frá Bretlandi, soleiðis sum fyrstiráðharrin, Nicola Sturgeon, hevur lovað, kann tað enda við, at Skotland aftur verður limað inn í ES, sigur Donald Tusk.

- Eg ivist ikki í, at stór undirtøka er fyri tí í Brússel, men so skulu avtalur og formlig viðurskifti fáast í lag, sigur fyrrverandi ES-forsetin.

Kemur væl við hjá Sturgeon

Útsøgnin hjá Donald Tusk kemur væl við hjá Nicolu Sturgeon, sum fleiri ferðir hevur sagt, at hon fer at stríðast fyri, at skotar fáa eina nýggja fólkaatkvøðu um loysing.

At ES vil taka ímóti Skotlandi, kann hava við sær, at fleiri skotar fara at taka undir við loysing.

62 prosent atkvøddu fyri at verða verandi í ES á Brexit-fólkaatkvøðuni  í 2016.

Á øllum valum síðani hava umleið 70 prosent av skotunum atkvøtt fyri flokkum, sum ikki tóku undir við Brexit.

Johnson sigur nei

Men Boris Johnson, forsætisráðharri í Bretlandi, hevur sagt, at hann ikki fer at geva skotunum eina nýggja fólkaatkvøðu.

Skotar høvdu fólkaatkvøðu um loysing í 2014, tá 55 prosent søgdu nei. Forsætisráðharrin sigur, at ov stutt tíð er fráliðin, at skotar kunnu fáa eina nýggja fólkaatkvøðu.

Í síðstu viku vísti ein meiningakanning, at nú vilja 51 prosent av skotunum hava loysing frá Bretlandi, skrivar Berlingske.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. desember
Vikuskiftið 19 des 2025
201783
Fríggjadag 19. desember
RagnarRokk: Peavy Wagner um A New World Rising
201758
Fríggjadag 19. desember
Beinleiðis úr Studio 5 - Magni Christiansen
201750
Fríggjadag 19. desember
Morgunlestur fríggjadagur 19.desember 2025
200538
Hósdag 18. desember
RagnarRokk 18.desember 2025
201239
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. desember
Veðrið
201780
Fríggjadag 19. desember
Vigdís 4:4 - teknmálstulkað
201775
Fríggjadag 19. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201757
Hósdag 18. desember
Veðrið
201723
Hósdag 18. desember
Christian Matras (2:2)
201717