Álitið ikki skrivað enn

Álitið ikki skrivað enn
Hóast Rættarnevndin hjá løgtinginum hevði freist til 1. februar at skriva álit um náttúrumargfeldislógina, er einki álit skrivað enn
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
05.02.2020 - 07:48

Nevndin fer at viðgera málið í dag. Boð eru send eftir Náttúru- og umhvørvisfelagnum og Fuglafrøðifelagnum, Ringrás, Útoyggjafelagnum, Kommunufelagnum, Visit Faroe Islands, landsstýrismanninum í uttanríkis- og mentamálum, sum kemur saman við Søvnum landsins, Ringrás og Hagafelagnum.

Rættarnevndin bað um og fekk freist til 1. februar at koma við áliti um uppskotið um náttúrumargfeldislógina. Fyrsta viðgerð var í tinginum 11. november í fjør, og tí skuldi álitið verið komið fyri jól.

Men Rættarnevndin bað løgtingsformannin um betri stundir at viðgera málið og tær fekk hon, men bara til 1. februar. Tvey onnur mál eru á skránni hjá Rættarnevndini, sum hevur fund klokkan níggju í morgun.

Tey eru uppskotið til samtyktar hjá Javnaðarflokkinum um at stovna partafelag at gera undirsjóvartunnil til Suðuroynna, og uppskotið hjá landsstýrinum um at verja persónsupplýsingar, tað er uppskotið um dátuverndarlóg.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 22. apríl
Kakumiks 2 (5:7) - teknmálstulkað
207402
Mikudag 22. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207395
Týsdag 21. apríl
Veðrið
207372
Týsdag 21. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207347
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325