Albania og Norðurmakedónia vilja upp í ES

Albania og Norðurmakedónia vilja upp í ES
ES-nevndin mælir til at fara undir samráðingar við bæði londini
 
03.03.2020 - 09:23

Albania og Norðurmakedónia eru til reiðar at samráðast limaskap í ES. Tað ger ES-nevndin nú greitt.

Stór framstig eru gjørd í báðum londum um eina óhefta rættarskipan, og í bardaganum móti skipaðum kriminaliteti og korruptión, skrivar danska kringvarpið.

Tí eiga ES-londini skjótast gjørligt at taka upp samráðingar við tey bæði londini, sum bæði vilja sleppa upp í ES, sigur ES-nevndin.

Treytirnar fyri at sleppa upp í ES eru millum annað, at landið er demokratiskt og virðir mannarættindi og rættarsamfelagið. 

Og sambært kommisserinum, Olivér Várhelyi, hava bæði Albania og Norðurmakedonia ítøkilig úrslit at vísa á hesum viðvíkjandi.

Rættarnýskipan í Albania

Albanska stjórnin er í gongd við at gjøgnumføra eina stóra rættarnýskipan, meðan Norðurmakedónia hevur tikið stig til at tryggja óheftnið í rættarskipanini. 

 - ES-nevndin heldur fast við sítt tilmæli um, at samráðingar skulu takast upp við bæði Albania og Norðurmakedónia, og eg vóni, at limalondini fara at siga ja næstu vikurnar, sigur kommisserurin.

Men tað eru ikki øll londini í ES, sum hava hug at samráðast við tey bæði londini á Balkan í løtuni. 

Frakland og Danmark steðgaðu samráðingunum í fjør, tí tey halda, at upptøkumannagongdin skal dagførast, áðrenn samráðingar kunnu byrja. 

Danski uttanríkisráðharrin, Jeppe Kofod, hevur eisini sagt, at bæði londini hava stórar trupulleikar at dragast við, og tí er ikki vist, at Danmark fer at stuðla samráðingunum, hóast meirilutin av ES-limalondunum vil tað. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 27. apríl
Ein deutsches Requiem
174269
Leygardag 27. apríl
Tá Grønland bjargaði Føroyum (3:6)
174268
Leygardag 27. apríl
Jambalaja - 270424
174253
Leygardag 27. apríl
Upp á tá - 260424
174252
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098