Størsta minkingin í útlátinum í 30 ár

Størsta minkingin í útlátinum í 30 ár
Samlaða útlátið av vakstrarhúsgassi í samband við streymframleiðslu kring heimin minkaði tvey prosent í fjør
Í ES og USA er streymframleiðslan frá kolverkum minka við einari helvt síðani 2007
 
10.03.2020 - 08:37

Hetta er størsta minking í 30 ár, skrivar The Guardian. Ein nýggj frágreiðing um streymframleiðslu vísir, at minkingin kemur av tí, at USA og ES í størri mun nú framleiða streym við reinari og varandi orkukeldum.

Samstundis minkaði streymurin frá kolverkum í fjør. Hetta, hóast tey framleiddu meira streym frá kolverkum í Kina í fjør.

 >> SÍ EISINI Heimsins lond samd um umhvørvisavtalu

Í ES og USA er streymframleiðslan frá kolverkum minka við einari helvt síðani 2007. Bara í fjør minkaði hetta 25 prosent í ES og 16 prosent í USA.

Onnur viðurskifti gjørdu seg eisini galdandi. Millum annað tað, at veturin ikki var so kaldur, og tí var minni eftirspurningur eftir streymi.

Varandi orkuframleiðslan øktist 15 prosent

Sambært frágreiðingini øktist framleiðslan av vind- og sólorku 15 prosent í fjør, samstundis sum arbeitt verður við stigvíst at minka um kolnýtsluna, sum er sera dálkandi.

Í ES kemur umleið 20 prosent av elframleiðsluni frá varandi orkukeldum, í USA er hetta talið 11 prosent, í India níggju prosent og Kina átta prosent.

Fyri at røkka málunum í Parísavtaluni, skal tað vera ein árligur vøkstur uppá 15 prosent í framleiðsluni av streymi frá varandi orku árliga.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. februar
RagnarRokk 12.februar 2026
203383
Hósdag 12. februar
Kvørnin: "Monochrome", Gunnva
204144
Hósdag 12. februar
Nýtt ljóð
204140
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 12. februar
Hoydalar: Eyðun Nolsøe
204061
Hósdag 12. februar
Anna Lovisa: Hvitar flykrur
204114
Hósdag 12. februar
Sophilia: Á um vit
204115
Hósdag 12. februar
Emma: Mítt land
204116
Hósdag 12. februar
Bjarki: So nógvar røddir
204117