Heldur ongin smittaður við korona í gjár

bannari
Heldur ongin smittaður við korona í gjár
Hetta er triði dagurin upp í slag, at ongin er staðfestur smittaður við COVID-19 virusinum
 
10.04.2020 - 09:00

Ongin føroyingur varð staðfestur smittaður við koronasmittu í gjár. Hetta er triði dagurin upp í slag, at ongin eingin persónur er staðfestur smittaður við COVID-19.

Tað upplýsir Heilsumálaráðið í morgun.

Tískil er talið av av smittaðum føroyingum framvegis 184, og harumframt er ongin í løtuni innlagdur vegna COVID-19 virusið.

109 fólk vórðu kannaði fyri korona í gjár, og samanlagt eru nú 5.408 fólk kannað.

145 fólk eru nú vorðin staðfest frísk. Í gjár var talið 136.

Heilsumálaráðið sigur í morgun, at eftir ætlan verða fáar kanningar gjørdar í dag, langa fríggjadag. Tí vera næstu kanningarúrslitini almannakunngjørd sunnudagin, páskadag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493