Landið skyldar minni

Landið skyldar minni
Skuldin hjá landinum minkaði við 800 milliónum í 2019. Landsbankin hevði við árslok í 2019 eina skuld, sum var 3,7 milliardir krónur
 
20.04.2020 - 17:44

Tað stendur millum annað í fráboðan frá Landsbankanum, sum hevur skrivað Ársfrágreiðing fyri 2019, skrivar bankin á heimasíðuni.

Landskassin hevur sum heild lán við styttri freist enn lond, vit samanbera okkum við, og tað merkir ein størri váða, tá lánini skulu endurfíggjast.

Rentan lág

Lánifreistin á lánum hjá landskassanum er í miðal 2,6 ár, meðan hon eitt nú er 9,4 ár í Týsklandi og 8,6 ár í Danmark. Rentan er lág, og tað merkir, at landskassin rindar nógv minni í rentum fyri lánini enn í 2011. 

Í 2019 rindaði landskassin í miðal 0,86 prosent í rentu av sínum fýra lánum uppá tilsamans 3,7 milliardir krónur. Í 2011 var rentan á landskassaskuldini í miðal 3,04 prosent. 

Var miðalrentan á sama støði sum í 2011, hevði landskassin goldið 80 milliónir krónur meira í rentuútreiðslum í 2019 fyri skuldina uppá 3,7 milliardir krónur, skrivar Landsbankin í frágreiðing síni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 7. mai
RagnarRokk: Johnny Gioeli um Shout
207511
Hósdag 7. mai
Eitt korter við
208021
Hósdag 7. mai
Breddin: Ójavni
208015
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947