Endaliga samtykkjast í dag

Endaliga samtykkjast í dag
Tingið fer í dag endaliga at samtykkja, at landsstýrið kann læna upp í 1,6 milliardir fyri at tryggja gjaldførið hjá landskassanum í ár og næsta ár
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
07.05.2020 - 08:08

Tá málið var til 2. viðgerð mánadagin, vóru 24 atkvøður fyri, og ein atkvøða var blonk. Ein samd fíggjarnevnd tók undir við umbønini frá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni.

Landskassin hevur 3,2 milliardir krónur í gjaldføri og 3,7 milliardir í rentuberandi skuld. Sostatt er nettoskuld landskassans bara ein hálv milliard.

Stórur partur av gjaldføri landskassans stendur í virðisbrøvum. Verða tey seld, sum støðan er, hevði landskassin havt eitt stórt kurstap, segði fíggjarnevndin. Tí mælti hon heldur at heimila landsstýrinum at læna peningin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341