Heimavirkni verður skatta- og MVG frítt

Heimavirkni verður skatta- og MVG frítt
Týsdagin fer Løgtingið endaliga at samtykkja, at søla av heimavirkisvørum skal vera skatta- og MVG frí
 
23.05.2020 - 11:07

Løgtingið fer týsdagin endaliga at samtykkja eitt uppskot frá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um at inntøka frá heimavirkni skal gerast skattafrí, um heimavirkisvirksemið í mesta lagi hevur við sær eina árliga inntøku á 50 túsund krónur. Somuleiðis skal sølan vera MVG frí, um selt verður fyri minni enn 50 túsund krónur.

Samgongumeirilutin í fíggjarnevndini sigur, at heimavirki hevur røtur í aldargamlari siðvenju her á landi, og er soleiðis ein týðandi partur av okkara mentan, og í stóran mun er eisini talan um list. Størsti parturin av heimavirki verður útintur av kvinnum, ið virka pløgg úr ull, men eisini er talan um at virka lutir burtur úr træi, hornum, gróti o.ø. Fólk, ið fáast við heimavirki, eru ørkymlað av skatta- og meirvirðisgjaldspurningunum, og hetta heldur teimum aftur í teirra virksemi. Tí er skilagott at broyta lóggávuna soleiðis, at fólk kunnu fáast við heimavirki uttan alla tíðina at hava ampa av skattum og avgjøldum.

Somuleiðis er samgongumeirilutin av teirri fatan, at stórur partur av heimavirkaðu vørunum verða seldar til ferðafólk, og tí kann eisini roknast við, at uppskotið fer at gera, at meira kann fáast burtur úr ferðavinnuni. Tað siga also samgonguumboðini í fíggjarnevndini, sum eru Magnus Rasmussen, Jákup Mikkelsen, Bill Justinussen og Kristin Michelsen.

Men tað eru ikki øll, ið eru fegin um, at tað verður gjørd ein serskattaskipan fyri heimavirkni.

Andstøðuumboðini í fíggjarnevndini siga, at hóast breið politisk semja var um, eftir djúpastu kreppu í Føroyum nakrantíð fyrst í 90’unum, at farast skuldi burtur frá skattligum serskipanum, og yvir til eina sokallaða bruttoskattaskipan, har øll rinda skatt eftir somu skipan í mest møguligan mun - so hevur núverandi stjórn valt at taka fleiri stig, fyri at skeikla skattaskipanina, og gera enn fleiri undantøk.

Anstøðan vísir á, at seinastu mánaðirnar eru fleri serskattaskipanir gjørdar, og at tað tykist sum lansstýrið vil keypa sær politiskan stuðul frá útvaldum bólkum við at úthola skattaskipanina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. november
RagnarRokk: Jakob Lærke Harris um Anomaly
215052
Sunnudag 1. november
Allahalganna guðstænasta í Havnar kirkju
215726
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711