Meira enn átta milliónir smittað

bannari
Meira enn átta milliónir smittað
Talið av fólki, sum eru smittað við COVID-19, er farið upp um átta milliónir
Mynd frá einum sjúkrahúsi í Wuhan í Kina, her sjúkan eftir øllum at døma tók seg upp seint í fjør
 
16.06.2020 - 08:40

Nú eru meir enn átta milliónir fólk kring heimin smittað við koronu, vísa seinastu tølini frá Johns Hopkins Universitetinum. Av teimum eru 3,8 milliónir fólk frísk aftur, vísir uppgerðin.

Í USA stendur ringast til, har eru 2,1 millión fólk smittað, síðani kemur Brasil við 888.000 og síðani Rusland við 536.000 smittaðum.

Higartil eru 436.000 fólk deyð av sjúkuni, 33.000 fleiri enn tá sjey milliónir fólk vórðu smittað. Í USA eru meir enn 116.000 fólk deyð, í Brasil 44.000, og í Bretlandi 42.000 vísir uppgerðin.

Ávara um eina nýggja bylgju

Eftir fólkatalinum eru flest deyð í Bretlandi,Italia og í Spania. Í Danmark eru 10,3 fólk deyð fyri hvørji 100.000 fólk og í Svøríki 47,8 fyri hvørji 100.000 fólk, tað er tað ringasta í Norðurlondum.

Koronusjúkan byrjaði í Wuhan í Kina seinast í 2019, har eru 84.000 fólk smittað, men fá síðani í apríl. Nú hava myndugleikarnir aftur funnið 100 tilburðir av koronasmittu í Beijing, og av tí sama ávarar heimsheilsustovnurin, WHO, um eina nýggja bylgju av koronu.

Nýsæland boðaði í farnu viku frá, at eingin var smittaður við korona, men í morgun boðaðu myndugleikarnir frá, at har eru tveir nýggir tilburðir skrásettir. Myndugleikarnir upplýsa, at  talan er um fólk, sum hava verið í Bretlandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 6. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206641
Mánadag 6. apríl
Várkonsert 2026 (2:2)
206038
Sunnudag 5. apríl
Evangeliskur fundur í Ebenezer
206632
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647
Mánadag 6. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206638
Sunnudag 5. apríl
Andaktin páskadag við Gimma Olsen
206635
Sunnudag 5. apríl
Kim og Føroya Symfoniorkestur 2026
206634