Trump strikar heilsunýskipan

Trump strikar heilsunýskipan
Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur heitt á Hægstarætt um at strika heilsunýskipanina, sum verður nevnd Obamacare
Umleið 20 milliónir fólk kunnu missa heilsutryggingina, eydnast tað Donald Trump at strika heilsunýskipanina
 
26.06.2020 - 07:24

Umsitingin hjá Trump sendi áheitanina sama dag, sum myndugleikarnir boðaðu frá, at næstan hálv millión fólk, sum høvdu mist sína heilsutrygging undir koronukreppuni, høvdu fingið endurgjald gjøgnum heilsunýskipanina.

Umleið 20 milliónir fólk kunnu missa heilsutrygdina, og heilsuendurgjaldið fyri fólk við álvarsligari sjúkum kann eisini enda við at verða strikað, um Hægstirættur er samdur við umsitingina hjá Trump. Málið kemur fyri í heyst.

Onnur royndin at strika heilsunýskipanina

Texas og aðrir konservativir statir halda, at heilsunýskipanin er í stríð við grundlógina eftir, at Kongressin í 2017 strikaði illa lýddu bótina fyri ikki at hava trygging, men lat framvegis tann tekstin standa, at fólk skulu hava heilsutrygging.

Í 2017 royndi Kongressin at strika Obamacare. Tá høvdu Republikanararnir meirilutan, men tað miseydnaðist, og tí hevur Trump nú gjørt alt, hann er mentur fyri at fáa Hægstarætt at seta lógina úr gildi.

Roknað verður við. at umleið 27 milliónir fólk kunnu hava mist heilsutrygging sína, tá tey gjørdust arbeiðsleys, eftir at koronufarsóttin rakti USA.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Leygardag 3. oktober
26. Jambalaja - 031026
214221
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Fríggjadag 2. oktober
LEITISSTEIN 02.10.2026 (Lea Eyðbjørg)
214191
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115