Umsitingarætlanin grundarlag undir fiskidøgum

Umsitingarætlanin grundarlag undir fiskidøgum
Frá næsta ári ásetur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum fiskidagarnar í kunngerð
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, miðar eftir, at umsitingarætlanin skal verða tøk seinni í ár
 
30.07.2020 - 09:28

Umsitingarætlanin skal brúkast, tá fiskidagarnir verða ásettir.

Frá næsta ári ásetur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum fiskidagarnar í kunngerð.

Ætlanin er, at fiskidagatalið bara verður broytt, tá farið verður upp um ella niður um mørkini í umsitingarætlanini. Tá verður dagatalið hækkað ella lækkað fimm prosent.

Veiðireglan í umsitingarætlanini um lutfallið millum veiðu og fiskastovnar skal gera, at ikki verður neyðugt at broyta fiskidagatalið hvørt ár.

Miðað verður eftir, at umsitingarætlanin verður tøk seinni í ár, stendur í ískoytinum til røðuna hjá løgmanni í gjár.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961