Ísland herðir krøvini til ferðafólk

bannari
Ísland herðir krøvini til ferðafólk
Tey skulu kannast tvær ferðir, og ferðafólk skulu sjálva rinda fyri kanningina
Ferðafólk, sum koma til Íslands, skulu sjálvi rinda fyri koronukanningina
 
17.08.2020 - 14:08

Frá mikudegnum herðir Ísland krøvini til fólk, sum koma til landið. Fólk skulu kannast fyri korona, tá tey koma til Íslands, og so aftur fimm samdøgur seinni. Og tey skulu sjálvi rinda fyri kanningina.

Tað kostar 400 kr. í okkara peningi, tá fólk hava boðað frá, at tey koma. Annars er prísurin 500 kr. fyri eina kanning, skrivar DR.

Sóttarhald

Fólk, sum koma til Íslands, skulu vera í sóttarhaldi, til seinna kanningin er gjørd. Tey skulu vera, har tey skulu vitja, og ikki koma í samband við onnur fólk, eru boðini frá íslendsku myndugleikunum.

Onnur krøv verða eisini sett fólki, sum ikki hava loyvi at vitja matstovur, handla, ella at vera í tjaldi ella húsvogni.

Í staðin skulu fólk gista á gistingarhúsi ella privat, men har er treytin, at tey sleppa framat baðirúmum, sum onnur ikki nýta.

Fólk hava kortini loyvi at koyra bil, og at ganga ein túr, upplýsir danska uttanríkisráðið fyri DR.

Eru fólk sjúk, tá tey koma til Íslands, fáa tey boð um at fara í sjálvboðið sóttarhald. Ber tað ikki til, kunnu myndugleikarnir vísa á okkurt at vera í.

2.000 fólk eru sjúk

Fyrst í mai gjørdu myndugleikarnir av at linka krøvini, og seinast í mai var mestsum vanligur gerandisdagur aftur í Íslandi.

Seinastu vikurnar eru nógvir koronutilburðir staðfestir í landinum. Í løtuni eru fleiri enn 2.000 fólk sjúk av koronu.

357.000 fólk búgva í Íslandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Týsdag 14. juli
Ung lesa 3.partur - Kjarr
210829
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Mánadag 13. juli
Poppverturin 7
208460
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815