Biðja um hjálp til kvinnur av útlendskum uppruna

Biðja um hjálp til kvinnur av útlendskum uppruna
Vælgerandi felagsskapir í Ísland hokna skjótt undir trýstinum frá fólki, serliga útlendskum kvinnum, sum biða um hjálp tí tey liva í fátækradømi
 
04.09.2020 - 17:25

Talið av fólkum í Íslandi, sum søkja um hjálp hjá vælgerandi felagsskapum orsakað av fátækradømi og arbeiðsloysi veksur skjótari enn felagsskapirnir klára at handfara tað.

Familjuhjálpin í Íslandi ger sítt ítasta fyri at veita teimum hjálp, og hjá íslendsku Neyðhjálp fólkakirkjunnar er eftirspurningurin eftir hjálp vaksin við 40 prosentum eftir bert fáum mánaðum.

- Vit hokna skjótt undir trýstinum - bæði fíggarliga og eisini starvsfólkið hjá okkum. Vit eru ein lítil felagsskapur og klára nóg illa støðuna, sum hon er nú, tíverri, sigur Vilborg Oddsdóttir, samskiftisfólk hjá Neyðhjálp fólkakirkjunnar.

Og størsti bólkurin av hesum fólkum eru kvinnur av útlendskum uppruna. Arbeiðsloysið í Íslandi fyri henda bólk er 19 prosent.

- Hetta er ein bólkur, sum livir í ringasta fátækradømi, og umframt fátækradømi, hava tær heldur einki netverk. Tær hava onga mostur ella ommu ella mammu, sum kann læna teimum eitt oyra at keypa fyri. Tær hava ongan góðan, sigur Vilborg við íslendska kringvarpið.

Vøksturin er serliga fyri kvinnur av útlendskum uppruna, sum hava arbeitt innan ferðavinnuna. 

- Hetta eru kvinnur, sum eru gongsgentur, telefongentur og køksstarvsfólk á matstovum og gistingarhúsum.
 
Nichole Mosty, forkvinna í íslendska felagsskapinum fyri kvinnur av útlendskum uppruna, sigur, at støðan hevur ongantíð verið so ring. Nógvar kvinnur venda sær til felagsskapin. 

- Fyrr spurdu kvinnurnar, hvussu tær kundu koma víðari í Íslandi ella hvussu tær kundu førleikamenna seg. Men nú spyrja tær, hvussu tær fáa arbeiði.

Vilborg og Nichole eru samdar um, at tiltøk mugu setast í verk fyri at hjálpa hesum serliga bólki nú.

Nichole sigur, at flestu kvinnurnar vilja vera verðandi í Íslandi og arbeiða. 

Hjá øðrum er trupult at sleppa heimaftur orsakað av koronu og arbeiðsloysi í heimlandinum. Fólk vilja vera her, og vit tosa um ein sterkan og dugnaligan bólk av kvinnum, sum ikki vilja sita fastar í skipanini, men vilja arbeiða, sigur Nicole við íslendska kringvarpið, RÚV.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. apríl
Nýtt ljóð
207476
Hósdag 23. apríl
Breddin: Virkin deyðshjálp
207458
Hósdag 23. apríl
Morgunlestur hósdagur 23.apríl 2026
207137
Mikudag 22. apríl
Serfrøðingurin um ítróttarskaðar
207416
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 23. apríl
Veðrið
207480
Hósdag 23. apríl
Andaktin
207475
Mikudag 22. apríl
Kakumiks 2 (5:7) - teknmálstulkað
207402
Mikudag 22. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207395