- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggjur prestur í Fuglafjarðar prestagjaldi
Nýggjur prestur í Fuglafjarðar prestagjaldi
Í dag byrjar Gerhard Jónsson Mikkelsen í starvinum sum sóknarprestur í Fuglafjarðar prestagjaldi

06.09.2020 - 09:48
Í dag byrjar Gerhard Jónsson Mikkelsen í starvinum sum sóknarprestur í Fuglafjarðar prestagjaldi.
Uni Næs, dómpróstur, skipar nýggja sóknarprestin í embætið við gudstænastuna í Fuglafjarðar kirkju klokkan 11.
Gerhard Jónsson Mikkelsen gjørdist kandidatur í gudfrøði á teologiska fakultetinum í Keypmannahavn í 2014, og seinastu seks árini hevur hann verið sóknarprestur í Karlslunde Strandkirke í Keypmannahavn.
Gudstænastan í Fuglafjarðar kirkju í dag verður send í sjónvarpinum klokkan fýra seinnapartin
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV

























