Brúkaraumboðið: Ómaksgjaldið skal vera við

Brúkaraumboðið: Ómaksgjaldið skal vera við
Rannvá Ragnarsdóttir er stjóri í Brúkaraumboðnum
 
07.09.2020 - 08:45

Ómaksgjaldið skal vera við, tá prísurin verður upplýstur fyrstu ferð.

Tað sigur Brúkaraumboðið, sum hevur staðfest, at nakrar netsølur, sum selja atgongumerki til eitt nú festivalar ella konsertir, ikki nóg sjónliga upplýsa prísin við ómaksgjaldi fyri atgongumerki.

Ómaksgjaldið varð lagt afturat, tá bílagt varð á heimasíðuni.

Gjaldið varð lagt aftrat

Á heimasíðunum var prísurin á sjálvum atgongumerkinum tað fyrsta, keyparin sá, og síðani, at ómaksgjald var lagt afturat.

- Prísirnir á heimasíðunum vístu seg í fyrsta lagi at vera uttan ómaksgjald. 

Hetta er ikki í samsvari við lógina um marknaðarføring, sigur Rannvá Ragnarsdóttir, stjóri í Brúkaraumboðnum.

Brúkaraumboðið hevur heitt á atgongumerkjasølurnar um at upplýsa allan prísin fyri atgongumerki sum tað fyrsta, tað er prísin við møguligum ómaksgjaldi. 

Er broytt

Hetta hava netsølurnar tikið undir við og broytt.

Brúkaraumboðið sigur eisini, at um ikki ber til at upplýsa allan prísin, áðrenn keyparin hevur trýst talið á atgongumerkjum, so eigur at upplýsast týðiliga, hvussu samlaði prísurin verður útroknaður.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Mikudag 25. mars
Stoffskiftissjúkur í Føroyum
206183
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167