Varð eitraður við novichok

Varð eitraður við novichok
Russiski andstøðingurin, Aleksej Navalnyj, batnar, men enn er ógreitt, um hann fær varandi mein
Aleksej Navalnyj gjørdist sjúkur 20. august, og stutt eftir varð hann fluttur á sjúkrahús í Týsklandi
 
14.09.2020 - 11:42

Russiski andstøðingurin, Aleksej Navalnyj, varð eitraður við evninum novichok. Tað vísa kanningar, sum eru gjørdar bæði í Týsklandi og í Svøríki, skrivar NTB.

So skjótt, hann var komin til Týsklands, vísti ein týsk kanningarstova hjá herinum á, at talan var um novichok. Og nú sigur talsmaðurin hjá týsku stjórnini, Steffen Seibert, at kanningar bæði á eini aðrari týskari kanningarstovu og á eini svenskari kanningarstovu vísa tað sama.

Fluttur til Týsklands

Navalnyj gjørdist sjúkur, tá hann var á vitjan í Sibir 20. august.

Eftir altjóða trýst varð hann fluttur á eitt sjúkrahús í Týsklandi.

Sambært talsmanninum hjá týsku stórnini, hava týsku myndugleikarnir sent royndir til felagsskapin, sum virkar ímóti kemiskum vápnum, OPCW, sum eisini skal gera kanningar.

- Sama hvat úrslit, stovnurin kemur til, so hava tríggjar kanningarstovur nú prógvað, at talan var um evnið novichok, sum stavar frá Sovjetsamveldinum.

Krevja frágreiðing

Týski samveldiskanslarin, Angela Merkel, aðalskrivarin í NATO, Jens Stoltenberg, og fleiri aðrir vesturlendskir leiðarar hava kravt eina frágreiðing úr Russlandi.

Leiðslan í Kreml vísir øllum skuldsetingum aftur.

Steffan Seibert sigur, at týska stjórnin nú tosar við síni sameindu um, hvat skal gerast.

Læknarnir á týska sjúkrahúsinum siga, at Aleksej Navalnyj batnar, men enn er ikki greitt, um hann fær varandi mein av hendingini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. september
Nýtt ljóð
213747
Hósdag 24. september
Breddin: Grønland og verjuavtalan
213727
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Mikudag 23. september
Skratsj 23. septembur 2026
213696
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585