BankNordik 156 mió. kr. í avlopi fyri skatt

BankNordik 156 mió. kr. í avlopi fyri skatt
Korona hevur ikki ávirkað fíggjarligu gongdina hjá bankanum so nógv sum upprunaliga væntað
Bankin sigur, at í triðja ársfjórðingi var nærum eingin, sum bað um at fáa lánsgjøld útsett, men ávísar vinnur hava havt afturgongd
 
03.11.2020 - 09:14

BankNordik hevði 156 mió. kr. í yvirskoti fyri skatt í triðja ársfjórðingi í ár. Í triðja ársfjórðingi í fjør var yvirskotið 201 millión.

Bæði innlán og útlán minkaðu í triðja ársfjórðingi.

Útlánini fóru úr tíggju milliardum triðja ársfjórðing í fjør niður í 9,8 milliardir. Innlánini fóru úr 13,6 milliardum niður í 12,9 milliardir.

Solvensurin hækkaði úr 21 prosentum upp í 24,9 prosent.

140-160 mió. kr.

Bankin væntar nú, at nettoúrslitið, t.e. úrslitið eftir skatt, í 2020 verður millum 140 og 160 mió. kr. 

Við ársbyrjan var væntaða úrslitið millum 100 og 150 mió. kr.

BankNordik sigur, at korona hevur ikki ávirkað fíggjarligu gongdina hjá bankanum so nógv sum upprunaliga væntað.

Bankin sigur, at í triðja ársfjórðingi var nærum eingin, sum bað um at fáa lánsgjøld útsett.

50 mió. settar av til tap

Ávísar vinnur hava tó havt stóra afturgongd, og tí eru settar av 50 mió. kr. til møgulig tap. Talið var 35 milliónir kr.

Dótturfelagið Skyn selur nógv hús. Korona tykist ikki at hava ávirkað prísleguna. 

Tó er mynstrið broytt nakað seinastu tíðina. Alsamt fleiri keypa ella byggja bústað uttan fyri høvuðsstaðarøkið, sigur BankNordik.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. apríl
Jambalaja - 250426
207562
Leygardag 25. apríl
Vikugesturin: Hví ikki eg?
207557
Leygardag 25. apríl
Vikan 25. apríl 2026
207553
Leygardag 25. apríl
Morgunlestur leygardagur 25.apríl 2026
207139
Fríggjadag 24. apríl
Vikuskiftið 24 apríl 2026
207545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533