HM-dystur avlýstur

HM-dystur avlýstur
Vit hava sett alt í verk fyri einki, sigur Sarah Mahfoud
Sjálvandi kanst tú ikki siga, at venjingin er fullkomiliga spilt, men tað er hon jú, sigur Sarah Mahfoud
 
15.11.2020 - 10:36

Heimsmeistarin í fjøðurvekt í boksning hjá kvinnum og hálvi føroyingurin, Sarah Mahfoud, sleppur kortini ikki til Las Vegas í desember at dystast móti Amanda Serrano.

Nevaleikurin, har heili trý HM-belti vóru í spæl, er avlýstur av koronustøðuni.

- Vit hava vant av kraft í ein mánað. Sjálvandi kanst tú ikki siga, at venjingin er fullkomiliga spilt, men tað er hon jú. Vit hava sett alt í verk fyri einki, sigur Sarah Mahfoud við Danmarks Radio.

Avlýsingin er eisini spill av pengum fyri nevaleikaran úr Vestmanna, sum hevur lagt handskarnar og nú ístaðin fer aftur í búnan hjá heimarøktini.

Dysturin í Las Vegas kundi annars geva nevaleikaranum fíggjarligt frælsi, men tað er horvið.

- Eg fari nú aftur til arbeiðis, tí rokningarnar koma jú óansæð. Tað er sera harmiligt, sigur Sarah Mahfoud, sum eisini lesur til sjúkrarøktarfrøðing.

Hon vónar, at dysturin móti Amando Serrano verður settur á skrá aftur einaferð næsta ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Mikudag 1. juli
HM-tíðindi 1. juli 2026
210394
Mikudag 1. juli
Morgunlestur mikudagur.
210323
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360