Liggur nú aftur við bryggju

Liggur nú aftur við bryggju
Tukuma Arctica hevur ikki fingið skaða í botnin, men tvey smærri hol eru staðfest oman fyri vatngangin
Tukuma Arctica liggur nú aftur við bryggju og verður lossað
Mynd: Sermitsiaq  
 
22.11.2020 - 14:17

Grønlendska farmaskipið,Tukuma Arctica, liggur nú aftur við atløgubryggjuna í nýggju havnini í Havn.

Skipið sleit í ódnarveðrinum leygarnáttina.

Kavarar vóru niðri fyrrapartin og kannaðu botnin, men einki bendir á, at skipið hevur fingið skaða, sigur vakthavandi á havnarskrivstovuni.

Tvey smá hol

Tó eru tvey smá hol staðfest oman fyri vatngangin í bakborð har afturi á skipinum, men tað lekur ikki, og sveisað verður fyri holini.

Umboð fyri felagið, har Tukuma Arctica er klassað, hava eisini verið umborð og kannað viðurskiftini.

Skipið verður nú lossað, og tá liðugt er at lossa eina ferð í kvøld, fer Tukuma Arctica av Havnini til Aarhus. 

Grønlendska felagið, Royal Arctic Line, sum eigur skipið, samstarvar við Eimskip um farmasigling millum Grønland, Ísland, Føroyar og Danmark.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Leygardag 5. september
Plátupanelið #41 (One & Done)
212762
Leygardag 5. september
Heilsuhornið
212604
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572