Týskland: Lóg skal tryggja størri kvinnuumboðan

Týskland: Lóg skal tryggja størri kvinnuumboðan
Stjórnin í Týsklandi hevur gjørt eitt lógaruppskot, ið skal tryggja kvinnum størri umboðan í nevndum hjá størri vinnufyritøkum
 
24.11.2020 - 06:44

Nýggjar lógaruppskotið, sum varð samtykt fríggjadagin, miðar eftir, at í minsta lagi triðja hvørt fólk í nevndum í framtíðini verður ein kvinna.

Tað skrivar bretska blaðið, The Guardian.

Skal eisini verða galdandi í almennum nevndum

Hetta er eitt søguligt stig á leiðini, sum fer at gera enda á tíðini, har ongar kvinnur vóru í nevndum, sigur Franziska Giffey, forkvinna í ráðnum fyri javnstøðumál.

Lógaruppskotið kemur í kjalarvørrinum á einari kanning, sum staðfesti, at bara 12,8 prosent av nevnarlimum í stórum, týskum vinnufyritøkum eru kvinnur.

Týska stjórnin arbeiðir í løtuni eisini við einum lógaruppskoti, ið skal tryggja kvinnum í landinum størri umboðan í almennum nevndum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212773
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598