630.000 krónur fyri rampur í Havn og Nólsoy

630.000 krónur fyri rampur í Havn og Nólsoy
Býráðið í Havn skal á býráðsfundi taka støðu til, um nýggjar rampur skulu gerast til Erlu Kongsdóttir
Tað fer at kosta 630.000 krónur at gera rampur her í Havn og í Nólsoy, so Erla Kongsdóttir kann leggja at
 
26.11.2020 - 06:02

Tað fer at kosta 630.000 krónur at byggja rampur til Erlu Kongsdóttur í Nólsoy og í Havn. Býráðið í Havn skal í hvussu so er taka støðu til rampurnar í kvøld. 

Í skránni fyri býráðsfundin stendur, at arbeiðið at gera báðar rampurnar kann gerast fyri 630.000 krónur. Har stendur eisini, at rampurnar vera 10 metrar langar.

Trupult tá flóð er

Í Nólsoy er rampan staðsett í norðara enda á bryggjuni úti á Klivum, og í Havn er rampan staðsett sunnan fyri rampuna, sum Ternan brúkar.

Tað er ein avbjóðing, at rampan hjá Erlu Kongsdóttur er so stutt. Um rampan, tá flóð er, er langt oman fyri bryggjuna, røkkur hon ikki niður á bryggjuna.

Og um hongslini á rampuni, tá fjøra er, eru niðan fyri bryggjukantin, ber ikki til at leggja rampuna niður.

Kann verða liðugt fyri jól

Loysnin er tí, stendur í skránni fyri býráðsfundin, at hækka bryggjukantin við einari rampu, sum verður stoypt oman á bryggjuna.

Viðrar, og gongur annars alt væl, kunnu rampurnar takast í brúk beint fyri jól. Pengarnir, 630.000 krónur, verða tiknar av kontu hjá Tórshavnar havn.

Vinnunevndin hjá býráðnum hevur biðið havnareistaran um loysn fyri atløguviðurskiftini í Hesti.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444