Ikki loyvt at brúka plastposa í Týsklandi í 2022

Ikki loyvt at brúka plastposa í Týsklandi í 2022
Umhvørvismálaráðharrin mælir fólki í staðin til at nýta toyposar
 
30.11.2020 - 09:33

Týska samveldistingið hevur nú samtykt at banna plastposar. Bannið fevnir um sølu og útbreiðslu av einnýtisposum úr plasti í týskum handlum, og tað kemur í gildi 1. januar 2022.

Týski umhvørvismálaráðharrin, Svenja Schulze, sigur, at plastposin er tekin um oyðsl við náttúrutilfeinginum. Hon mælir fólki til at brúka toy-posar. 

Bannið fevnir tó ikki um lítlu tunnu plastposarnar, sum ofta síggjast í grønmetis- og blómudeildini í handlum.

Ger ongan mun

Andstøðan í týska samveldistinginum heldur lítið um bannið. Tinglimir fyri Grøna flokkin og flokkurin á vinstravonginum, Die Linke, siga, at hetta er óbrúkiligur fjøður í hattin hjá stjórnin

Bettina Hoffmann, talskvinna í Grøna flokkinum í burðardygd og umhvørvismálum, sigur, at hetta bert er ein dropi í havinum.

Tinglimir í FDP og AfD-flokkinum á høgravonginum atkvøddu eisini ímóti banninum og søgdu, at tað er órættvíst tiltak móti marknaðinum, tí bannið ger ongan mun fyri umhvørvið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860