- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sturgeon vil hava nýggja fólkaatkvøðu um loysing
Skotski fyrstiráðharrin, Nicola Sturgeon, sigur, at skotar eiga at fáa ein møguleika aftrat at taka støðu til sjálvstýri longu í næsta valskeiði, sum byrjar eftir valið í mai næsta ár.
Sturgeon sigur, at fleiri orsøkir eru til, at fólkaatkvøða eigur at vera tíðliga í næsta valskeiði, sum er frá 2021 til 2026. BBC skrivar, at eftir at Bretland avgjørdi at fara úr ES, er loysingarhugurin hjá fleiri skotum alsamt vaksin.
Á fólkaatkvøðuni var meira enn helvtin av skotum ímóti, at Bretland fer úr ES. Ónøgd hevur eisini verið í Skotlandi um, hvussu bretska stjórnin hevur handfarið koronufarsóttina.
Stórur meiriluti
14 tær seinastu veljarakanningarnar hava víst, at meiriluti er fyri skotskari loysing, millum 51 og 59 prosent taka undir við sjálvstýri. Men sannføringin um loysing hevur sveiggjað seinastu árini.
Sturgeon hevur sagt fleiri ferðir, at skotar vilja verða verððandi í ES, og at brexit ger, at skotar, ímóti sínum vilja, verða drignir úr ES.
Hon sipar til, at á fólkaatkvøðuni um ES í 2016 atkvøddu 62 prosent av skotum fyri at verða verandi í ES. Seinasta veljarakanningin hevur sambært BBC víst, at meirilutin av skotum tekur undir við loysing.
SNP stóra framgongd
Væntað verður, at flokkurin hjá Nicola Sturgeon, The Scottish National Party, stytt SNP, fær stóra framgongd á valinum í mai, skrivar Ritzau. Men nýggj fólkaatkvøða um loysing krevur loyvi frá bretsku stjórnini.
Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, hevur eins og undanfarni forsætisráðharrin, Theresa May, víst áheitanini frá Sturgeon um fólkaatkvøðu aftur.
Sambært teimum er hetta spurningur, sum kann avgerast eina ferð fyri hvørt ættarlið, og tí verður ikki atkvøtt um tað enn á sinni.
Vinna Sturgeon og flokkur hennara, SNP, valið í mai, fer tað at gera støðuna hjá bretsku stjórnini uppaftur truplari.