Juan Carlos rindar fimm milliónir

Juan Carlos rindar fimm milliónir
Fyrrverandi spanski kongurin fekk pening undir borðið frá einum felagsskapi, sum fekk arbeiðið at gera eina jarnbreytarskipan
Juan Carlos hevur verið undir stórum trýsti, og í august flutti hann av landinum
 
11.12.2020 - 10:38

Fyrrverandi spanski kongurin, Juan Carlos, hevur gjørt semju um, at hann skal rinda 678.000 evrur, tað svarar til umleið fimm milliónir krónur, í einum máli um svik og skattasvik.

Juan Carlos segði trónuna frá sær, tá hann var 76 ára gamal, og sonurin, Felipe, tók við sum kongur.

Í august avgjørdi Juan Carlos at flyta úr Spania eftir stórt trýst á kongin, sum einaferð hevði stóra virðing hjá spaniólum.

Fyrrverandi kongurin hevur fingið pening undir borðið, eftir at ein spanskur handilsfelagsskapur í 2008 fekk arbeiðið at gera eina jarnbreytarskipan til  snartok úr Medina til Mekka í Saudiarabia.

Spanski hægstirættur hevur givið boð um, at alt málið skal kannast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688