Linjohn heldur fram í Skálavík

Linjohn heldur fram í Skálavík
Bygdarráðið í Skálavík hevur skipað seg
Linjohn Christiansen hevur verið borgarstjóri í Skálavíkar kommunu síðan 1989.
 
23.12.2020 - 12:54

Linjohn Christiansen heldur fram sum borgarstjóri í Skálavíkar kommunu. Tað er greitt, nú bygdarráðið í Skálavík hevur skipað seg.

Fundurin, har formansskapurin skipaði seg, var 21. desember.

Anita Joensen verður varaborgarstjóri.

Nevndirnar eru ikki valdar enn, men tað verður gjørt millum jóla og nýggjárs.

Linjohn Christiansen hevur verið borgarstjóri í Skálavíkar kommunu síðan 1. januar 1989.

Linjohn Christiansen fekk 36 atkvøður á kommunuvalinum 10. november. Hann stillaði upp á lista A.

Anita Joensen, sum verður varaborgarstjóri, fekk 13 atkvøður. Hon stillaði eisini upp á lista A.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542