Næstan 200.000 koronukanningar gjørdar í Føroyum

Næstan 200.000 koronukanningar gjørdar í Føroyum
610 fólk eru staðfest at vera smittað í teimum 199.671 koronukanningunum, sum vórðu gjørdar í Føroyum í fjør
Nógvir tíðindafundir hava verið um koronu. Tann fyrsti var 12.mars.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
01.01.2021 - 15:29

610 fólk eru staðfest at vera smittað í teimum 199.671 koronukanningunum, sum vórðu gjørdar í Føroyum í fjør.

Fyrsta positiva úrslitið kom 3.mars.

610 eru góð 0,3 prosent av 199.671.

551 av teimum smittaðu eru ikki smittað longur, so 59 eru smittað í løtuni.

236 fólk eru í sóttarhaldi, og eitt fólk er innlagt.

25 børn

Millum tey smittaðu eru 25 børn, yngri enn tíggju ár, og 50 ung og tannáringar. 

Tvey fólk 80 ár ella eldri hava fingið koronu.

Tey flestu smittaðu eru millum 20 og 29 ár, tey eru 87.

51 prosent av teimum smittaðu eru kvinnur.

84 smittað eru útlendingar.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655