USA: 25 fólk skuldsett fyri yvirgang

USA: 25 fólk skuldsett fyri yvirgang
Viðhaldsfólk hjá Donald Trump, sum lupu á Kongressina í síðstu viku, verða nú drigin til svars fyri álopið
 
11.01.2021 - 06:48

Viðhaldsfólkini hjá Trump-forseta, sum lupu á kongressina í Washington, hava kjakast á opnum neti um, hvussu tey skulu bera seg at undir álopinum. 

Tey hava samskift á Twitter og á øðrum pallum í fleiri vikur undan hendingini, skrivar The Washington Post. Á netpallum hjá ytsta høgravonginum er álopið umrøtt heilt niður í smálutir. 

Millum annað varð kjakast um, hvussu tey skulu sleppa inn í bygningin, og at tey skuldu "stripsa" hendurnar saman hjá fleiri kongresslimum, skrivar blaðið.

FBI og løgreglan ávaraðu um álopið

Fleiri ráð eru eisini um, hvat tey áttu at havt við sær undir álopinum. Blaðið skrivar, at talan er ikki um netpallar, sum hoyra til sonevnda "dark web."  Upplýsingarnar, sum nú eru komnar undan kavi, hava ligið frammi alla tíðina.

Eisini FBI og løgreglan í New York skulu hava ávarað um harðar samabrestir undan fundinum í Kongressini 6. januar, skrivar NBC.

FBI skal millum annað hava sett seg í samband við 12 víðgongd fólk og heitt á tey um ikki at fara til Washington, skrivar NBC.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 5. september
Heilsuhornið
212604
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Fríggjadag 4. september
LEITISSTEIN 04.09.2026 (Fríða Saiya)
212738
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við oyggjaørvit
212737
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við virkna deyðshjálp
212727
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572