Nýggi Pison komin til landið

Nýggi Pison komin til landið
Skipið, sum avloysir gamla Pison, er bygt í Vági í 1987
Nýggi Pison er 40 metrar langur og níggju metrar breiður
Mynd: Oliver Joensen/nordlysid.fo  
 
14.01.2021 - 06:18

Í gjár kom nýggi Pison á Klaksvík. Skipið skal avloysa gamla Pison, sum er frá 1961. Vegna koronu var eingi almenn móttøka, og fólk sluppu ikki umborð. 

Skipið er bygt í Vági í 1987, kallaðist Vestfart og hoyrdi heima á Eiði í fleiri ár. Skipið er 40 metrar langt, níggju metrar breitt og lastar umleið 245 tons. 

Tað er Sp/f Miðdalsenni av Viðareiði, ið hevur keypt frystilínuskipið úr Norra. Skipið at Nyvoll Senior. 

Rigga nú til

Eyðstein Sørensen er stjóri í felagnum og skipari á Pison. Hann sigur við Norðlýsið, at nú verður riggað til, og at ætlanin er at fara avstað um einar 10 dagar. 

Umframt at vera frystilínuskip, er møguleiki eisini at samantvinna tað við at hava feskt til dømis upp undir endan á túrinum, tí skipið hevur tvær lastir.

Pison fer at royna undir Føroyum, á Flemish Kap og í Grønlandi. 15 mans vera við skipinum, skrivar Norðlýsið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 19. februar
RagnarRokk 19.februar 2026
203231
Hósdag 19. februar
RagnarRokk: Gregory Spawton um Woodcut
203229
Hósdag 19. februar
RagnarRokk: Rick Hughes um Redemption
203230
Hósdag 19. februar
Eitt korter við Jazztónleiki
204472
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. februar
Brellbiti: Hoydalar
204388
Hósdag 19. februar
Hoydalar: Eivør Pálsdóttir
204418
Hósdag 19. februar
Veðrið
204493
Hósdag 19. februar
Jóhanna: Mín móðir
204500
Hósdag 19. februar
Filip: Elisabet og Elinborg
204498