James Bond-filmur aftur útsettur

James Bond-filmur aftur útsettur
Nýggjasti James Bond-filmurin, No Time To Die, er enn einaferð útsettur, boðar framleiðarin frá á heimasíðuni 007.com
Upptøkur til nýggja James Bond-filmin vórðu millum annað gjørdar í Kalsoynni
 
22.01.2021 - 07:30

Filmurin, No Time To Die, skuldi eftir ætlan koma í fjørvár, men er nú útsettur fyri triðju ferð. Nýggi dagurin fyri frumsýningina er nú 8. oktober 2021.

Einki verður sagt um, hví filmurin nú aftur er útsettur, men hinar ferðirnar hevur koronu-farsóttin verið orsøkin.

Ein partur av upptøkunum til "No Time To Die" vórðu gjørdar í Føroyum. Hetta er 25. filmurin um bretska agentin James Bond. Daniel Craig hevur høvuðsleiklutin fyri fimtu ferð.

Video: Brellbiti úr No Time To Die

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053