Bogaskjóting: Systkin vunnu í Miðvági

Bogaskjóting: Systkin vunnu í Miðvági
Systkini Gudjón og Tóra Dinna Reynskor vunnu re-curve bogaskjótingina, tá Vágaskot skipaði fyri vetrarkapping í Miðvági um vikuskiftið
25.01.2021 - 19:04

Gudjón og Tóra Dinna Reynskor vunnu recurve bogaskjótingina hjá ávíkavist monnum og kvinnum, meðan Jóannes Poulsen var einasti luttakari í compound, tá Vágaskot skipaði fyri vetrarkapping um vikuskiftið.

Gudjón Reynskor skeyt ímóti Hans Boga Ellefsen í finaluni og 19 ára gamli Gudjón, sum er byrjaður at skjóta aftur fyri kortum, vann trygggan 6-2 sigur.

Tóra Dinna Reynskor rakti best hjá kvinnunum. Hon vann eisini 6-2 í finaluni móti Sólgerð Henriksen. 
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129