Nú eru fleiri koppsett enn smittað í heiminum

bannari
Nú eru fleiri koppsett enn smittað í heiminum
Talið á koppsettum fólkum fór í gjár upp um talið á smittaðum sambært einari uppgerð
 
04.02.2021 - 08:40

Fleiri fólk eru nú koppsett fyri koronu, enn smittað við koronu. Tað vísir ein uppgerð hjá tíðindastovuni hjá Reuters.

Tølini eru sett saman av einum dátugrunni á Oxford-universitetinum og amerikanska Centers for Disease Control and Prevention.

Tilsamans eru 104,9 milliónir fólk koppsett fyri koronu kring heimin, og samlaða talið av smittaðum fólkum var í gjár 104,1 milliónir.

Sambært uppgerðini hjá tíðindastovuni hjá Reuters, eru góðar 2,2 milliónir fólk deyð við COVID-19 síðani farsóttin byrjaði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 29. mars
Guðstænasta úr Kaldbaks kirkju
206399
Leygardag 28. mars
LEITISSTEIN 27.03.2026
206382
Leygardag 28. mars
Upp á tá - 270326
206370
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 29. mars
Andakt
206401
Sunnudag 29. mars
Guðstænasta í Kaldbaks kirkju
206398
Fríggjadag 27. mars
Veðrið
206362
Fríggjadag 27. mars
Løgtingsval 2026 - teknmálstulkað
206360
Fríggjadag 27. mars
KAKUMiKS 2 (2:7)
206356