– Hendan samgongan er vónleys á etiska økinum

– Hendan samgongan er vónleys á etiska økinum
Ein breið semja á tingi ella ein minnilutasamgonga hevði verið skilagóð, tá ið umræður etisk mál, heldur Johan Dahl, tingmaður fyri Sambandsflokkin
Johan Dahl atkvøddi við andstøðuni í dag
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
09.02.2021 - 21:35

Johan Dahl breyt í kvøld avtaluna hjá samgonguni um, at eingin tingmaður skal atkvøða ímóti samgonguni. Men tað fær neyvan avleiðingar fyri tingmannin, tí hóast løgmaður harmast um støðuna, ætlar hann ikki at tveita Johan Dahl úr flokkinum.

Tað er eingin ivi um, at samgongan hevur fingið eitt slag undir vangan, men hetta er eitt andstøðuuppskot, og samgongutingfólk hava higartil ikki lagt nakað uppskot fram, sum øll samgongan ikki er samd um, og tað vóni eg ikki verður gerandiskostur frá nú, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður í kvøld.

Johan Dahl sjálvur ætlar sær heldur ikki at melda seg úr flokkinum, hóast hann í kvøld atkvøddi við andstøðuni.

Eg havi gjørt tað, sum, eg haldi, er rætt, sigur Johan Dahl, sum hevur verið í andstøðu til sína egnu samgongu í fleiri umførum í hesum valskeiðnum.

Jenis av Rana samkenslu við løgmanni

 Frá degi eitt havi eg hildið, at hendan samgongan er rættiliga vónleys, tá tað kemur til slík mál. Tí vildi eg hildið, at ein breið semja á tingi ella ein minnilutasamgonga, har man ger avtalur um slíkt, kundi verið ein møguleiki, men lat okkum nú síggja, sigur Johan Dahl, tingmaður fyri Sambandsflokkin í kvøld.

Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum vísir á, at trupulleikan í samgonguni eigur Sambandsflokkurin. Hann sigur seg hava samkenslu við løgmanni í hesari støðuni og vísir á, at samgongan ikki er komin í minniluta, og tí hevur samgongan sum so ikki ein trupulleika, tó at Sambandsflokkurin hevur ein innanhýsis trupulleika.

 Eg haldi Johan Dahl hevur meldað greitt út við sínum atkvøðum í kvøld, at hann ikki er partur av samgonguni, men hinvegin, so fari eg at lata tað vera upp til løgmann at rudda upp í tí trupulleika, hann nú hevur fingið, sigur Jenis av Rana í kvøld.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 20. mars
RagnarRokk: Morean um Bach Out of Bounds
205911
Fríggjadag 20. mars
Morgunlestur fríggjadagur 20.mars 2026
205768
Hósdag 19. mars
RagnarRokk 19.mars
204937
Hósdag 19. mars
RagnarRokk: Robin McAuley um Paralyzed
204938
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. mars
Dagur & vika - teknmálstulkað
205918
Hósdag 19. mars
Tinggáttin
205900
Hósdag 19. mars
Veðrið
205895
Hósdag 19. mars
Undir egið borð
205875