Arktis: Politikarar í Grønlandi eisini misnøgdir

Arktis: Politikarar í Grønlandi eisini misnøgdir
Tað er løgið, at avtalan varð almannakunngjørd, áðrenn landstingið fekk hana, sigur forkvinnan í Uttanríkis- og trygdarpolitisku nevndini
Aleqa Hammond er forkvinna í uttanríkis- og trygdarpolitisku nevndini i landstinginum
 
12.02.2021 - 10:22

Eisini í Grønlandi eru politikarar misnøgdir, nú danska politiska semjan um verjuavtalu fyri Arktis er kunngjørd á tíðindafundi.

– Tað er løgið, at avtalan varð almannakunngjørd, áðrenn landstingið fekk hana, sigur Aleqa Hammond, forkvinna í Uttanríkis- og trygdarpolitisku nevndini hjá landstinginum, við KNR.

Eisini landstingsmaðurin Pele Broberg finst at, at landstingið ikki fekk avtaluna, áðrenn hon varð almannakunngjørd.

Hann sigur við KNR, at fyrstu ferð, hann hoyrdi um hesa avtaluna, var í fjølmiðlunum. Fólkatingsfólkini í Føroyum og Grønlandi eru ikki við í avtaluni, sum seks flokkar í fólkatinginum hava gjørt.

Samskifta við landsstýrini

Danska verjumálaráðið hevur samskift við landsstýrini í Føroyum og Grønlandi um avtaluna. 

Men bæði Aleqa Hammond og Pele Broberg halda, at fleiri grønlendskir politikarar enn tey í landsstýrinum áttu at verið við frá byrjan.

Landstingið og landsstýrið eru heldur ikki vorðin samd um felags støðu um avtaluna, sigur Aleqa Hammond. Vetrarsetan hjá landstinginum byrjar týsdagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961