- Tíðindi, mentan og ítróttur
WHO fekk ov fáar upplýsingar í Kina

Serfrøðingarnir hjá WHO sum hava verið í Kina, fyri at royna at finna upprunan til COVID-19 smittuna, eru misnøgdir við upplýsingarnar sum teir fingu í Kina.
– Vit hava biðið um fleiri upplýsingar, sigur leiðarin hjá serfrøðingunum, Peter Embarek.
Serfrøðingarnir vóru í Kina í fýra vikur, fyri at royna at fáa greiðu á, hvør upprunin til smittuna er, men teimum eydnaðist ikki at fáa greiðu á, hvørjum dýri smittan stavar frá.
Trupult at spora upprunan
Nú serfrøðingarnir eru farnir úr Kina, siga fleiri teirra, at tað var lættari sagt enn gjørt at fáa tilfar sum kundi geva eina ábending um, hvaðani smittan stavar.
Millum annað fingu teir ikki at vita, hvussu smittan byrjaði, sigur ein teirra við blaðið, New York Times. USA er ikki nøgt við tað, sum Kina hevur gjørt, og neyðugt er at fáa fleiri upplýsingar, sigur amerikanski trygdarráðgevin, Jake Sullivan.
Nú Joe Biden hevur tikið við sum amerikanskur forseti, hevur USA boðað frá, at landið aftur verður limur í heimsheilsustovninum, WHO, og Jake Sullivan leggur dent á, at tað er neyðugt at WHO virkar sum ein stovnur, ið fólk kunnu hava álit á.
Halda ikki, at smittan byrjaði í kanningarstovum
Serfrøðingarnir sum vóru í Kina, siga, at teir noyddust at arbeiða eftir altjóða reglum, samstundis sum myndugleikarnir í Kina kravdu, at politikkur ikki mátti stýra virkseminum hjá teimum.
Hóast serfrøðingarnir ikki funnu upprunan til smittuna, so siga teir seg vera vísar í, at smittan breiddi seg frá flogmúsum til eitt annað dýr, og síðani til fólk.
Teir meta ikki, at smittan byrjaði í eini kanningarstovu, sum fráfarni amerikanski forsetin, Donald Trump, og fyrrverandi amerikanski uttanríkisráðharrin, Mike Pompeo, hava róð framundir.
WHO: Fleiri kanningar mugu gerast
Myndugleikarnir í Kina hava sagt, at smittan kom til Kina í pakningi við fiskavørum, og tí møguleikanum vísa serfrøðingarnir hjá WHO ikki aftur. Tí er neyðugt at gera fleiri kanningar av COVID-19 virusinum, sigur stjórin í WHO.
Síðani virusið varð staðfest í Kina í desember í 2019, eru 2,3 milliónir fólk kring heimin deyð av virusinum, skrivar tíðindastovan NTB.
Møguleiki er fyri, at smittan verður verandi ein partur av gerandisdegnum, sum vit mugu venja okkum við, tí líkt er til, at virusið hevur tað gott ímillum fólk, sigur europeiski stjórin í WHO, Andrea Ammon.


























