Landsroknskapurin er ikki fullfíggjaður

Landsroknskapurin er ikki fullfíggjaður
Fíggjarnevndin hevur skrivað álit um landsroknskapin fyri 2019
Magnus Rasmussen er formaður í fíggjarnevndini, sum hevur skrivað álit um landsroknskapin fyri 2019
 
18.02.2021 - 09:29

Sumt er komið í rættlag, men nógv er eftir enn.

Fíggjarnevndin hevur skrivað álit um landsroknskapin fyri 2019.

Har sigur nevndin, at nøkur afturvendandi viðurskifti, sum løgtingsgrannskoðararnir hava víst á, eru komin í rættlag.

Nevndin heldur tó framvegis fast við, at løgmaður eigur at seta landsstýrisfólkunum tíðarfreistir fyri, nær írestandi viðurskifti skulu fáast í rættlag.

Fíggjarnevndin tekur undir við løgtingsgrannskoðarunum, sum átala harðliga nøkur viðurskifti í almennu fyrisitingini.  

Stovnar og grunnar ikki á fíggjarlógini

Serligur dentur er lagdur á, at landsroknskapurin ikki er fullfíggjaður, millum annað tí, at nakrir stovnar og grunnar eru ikki við í fíggjarlógini, landsroknskapinum ella í fíggjarstøðuni. 

Tølini í nógvum roknskapum eru ikki í samsvari við landsroknskapin, játtanir eru ikki hildnar og heldur ikki rundskrivið um vørukeyp og tænastukeyp.

Dentur er eisini lagdur á í álitinum hjá Fíggjarnevndini, at tíðarskrásetingin er ikki nøktandi, og lønir eru goldnar sum  tænastukeyp í staðin fyri sum løn.

Støðan á KT-trygdarøkinum er ikki nóg góð hjá nógvum stovnum.

Ólíkar fráfaringaravtalur

Fráfaringaravtalur, sum stjórnarráð og stovnar gera við starvsfólk, eru so ólíkar, og Fíggjarnevndin sigur eisini, at fíggjarstýringin av verkætlanini Landssjúkrahúsið hevur ikki verið nøktandi, og løgtingsgrannskoðararnir taka fyrivarni í roknskapinum hjá sjúkrahúsverkinum um viðgerð uttanlands.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961