BankNordik 166 milliónir í avlopi í fjør

BankNordik 166 milliónir í avlopi í fjør
Samanumtikið hilnaðist árið munandi betur, enn líkt var til á vári í fjør
Bankin skjýtur upp at gjalda 48 milliónir krónur í vinningsbýti
 
25.02.2021 - 09:02

BankNordik-samtakið hevði 166 milliónir krónur í avlopi í fjør. Úrslitið fyri skatt gjørdist 206 milliónir krónur samanborið við 260 milliónir krónur í 2019.

Skotið verður upp at gjalda 48 milliónir krónur í vinningsbýti. BankNordik er nøgdur við úrslitið, tá hugsað verður um koronu.

Okkurt um 900 fólk hava brúkt møguleikan at útseta lánsgjøld. Samanumtikið hilnaðist árið munandi betur, enn líkt var til á vári í fjør. 

150-200 milliónir í avlopi í ár

Bankin væntar, at nettoúrslitið í 2021 verður millum 150 og 200 milliónir krónur

– Framtíðarútlitini eru kortini tengd at stórari óvissu, og tí hava vit sett pening av til tap, sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik.

Korona sást heldur ikki aftur á bústaðarmarknaðinum. Skyn seldi 234 fastognir og avgreiddi 92 privatar sølur, sum er nakað tað sama sum í 2019. 

Miðalprísurin fyri sethús hækkaði í 2020, serliga uttan fyri Havnina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037