Vetrardekk á øllum hjólum kosta nógv

Vetrardekk á øllum hjólum kosta nógv
Vinnuhúsið vil hava gomlu skipanina um summardekk framman og vetrardekk aftan at halda fram
Bilar yvir 3.500 kg. kunnu hava summardekk framman og vetrardekk aftan, og Vinnuhúsið vil hava hesa skipanina at halda fram
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
10.03.2021 - 09:21

Tað fer at kosta vinnuni sera nógv, um eitt krav um vetrardekk í uppskotinum um kunngerð um dekk verður standandi.

Í uppskotinum stendur, at vetrardekk kunnu bara brúkast, um tey eru á øllum hjólum.

Hendan ásetingin er sera óheppin, sigur Vinnuhúsið.

Bilar yvir 3.500 kg. kunnu hava summardekk framman og vetrardekk aftan. 

Hava ikki somu dekk á øllum akslum

Tað hevur alstóran týdning, at hesin møguleikin heldur fram, tí ofta vera vetrardekkini brúkt, til tey eru uppslitin í summarhálvuni, og so vera summardekkini sett undir á ein aksil í senn. 

Og tað er sera vanligt, at bussar og lastbilar ikki hava somu dekk á øllum akslunum, sigur Vinnuhúsið. 

Skulu vetrardekk vera á øllum hjólum, fer tað at kosta eini miðalstórari fyritøku sera nógv, sigur Vinnuhúsið.

Vinnuhúsið heldur eisini, at loyvt skal vera at brúka píkadekk til 15.mai í staðin fyri 30.apríl.


 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. november
RagnarRokk: Jakob Lærke Harris um Anomaly
215052
Sunnudag 1. november
Allahalganna guðstænasta í Havnar kirkju
215726
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711