Kvinna forseti í Tansania

Kvinna forseti í Tansania
Samia Suluhu Hassan tekur við sum forseti eftir John Pombe Magufuli, sum doyði brádliga mikudagin
Samia Suluhu Hassan er nýggjur forseti í Tansania
 
19.03.2021 - 15:24

Tanzania hevur fingið sín fyrsta kvinnuliga forseta, skrivar NTB.

Í morgun varð 61 ára gamla, Samia Suluhu Hassan, tikin í eið sum forseti, eftir at 61 ára gamli forsetin, John Pombe Magufuli, brádliga doyði mikudagin.

Hassan var varaforseti hjá Magufuli.

Hann doyði mikudagin av hjartatrupulleikum á einum sjúkrahúsi í høvuðstaðnum, Dar es Salaam.

Vildi ikki góðtaka koronu

Tíðindi ganga um, at Magufuli doyði av koronu, men tey tíðindini vil stjórnin ikki vátta. Hann var millum teirra, sum søgdu, at koronasmittan ikki hevði nógv upp á seg, og at fólk ikki áttu at vera bangin fyri koronu.

Stjórnin vísir øllum spurningum frá sær, um orsøkina til at 61 ára gamli forsetin doyði, men vísir á, at talan var um hjartatrupulleikar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 29. mars
Guðstænasta úr Kaldbaks kirkju
206399
Leygardag 28. mars
LEITISSTEIN 27.03.2026
206382
Leygardag 28. mars
Upp á tá - 270326
206370
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 29. mars
Andakt
206401
Sunnudag 29. mars
Guðstænasta í Kaldbaks kirkju
206398
Fríggjadag 27. mars
Veðrið
206362
Fríggjadag 27. mars
Løgtingsval 2026 - teknmálstulkað
206360
Fríggjadag 27. mars
KAKUMiKS 2 (2:7)
206356