Uppskot um útlendingar og fastogn til hoyringar

Uppskot um útlendingar og fastogn til hoyringar
Løgmansskrivstovan sigur, at endamálið við uppskotinum er, at tann, sum keypir fastogn, hevur tilknýti til Føroyar
Úr Mykinesi. Eitt endamál við uppskotinum er at forða fyri, at ov nógvir útlendingar eiga fastogn í avísum økjum í Føroyum
 
24.03.2021 - 09:49

Landsstýrið hevur nú gjørt eitt lógaruppskot um fastognir og útlendingar.

Uppskotið er sent til hoyringar, og hoyringarfreistin er til 23.apríl.

Løgmansskrivstovan hevur gjørt uppskotið um at keypa fastogn í Føroyum.

Endamálið er, sigur Løgmansskrivstovan, at tryggja, at tann, sum eigur fastogn í Føroyum, hevur tilknýti til Føroyar.

Ikki óneyðugar forðingar

Eitt annað endamál er at forða fyri, at ov nógvir útlendingar eiga fastogn í avísum økjum í Føroyum. Men uppskotið skal tó ikki seta útlendskari vinnu óneyðugar forðingar.

Í løtuni eru ongar føroyskar reglur um, hvør kann keypa fastogn í Føroyum. 

Fastogn er hús, íbúðir, grundstykki, jørð og annað.

Tjóðveldi hevur eisini eitt uppskot um fastogn og útlendingar. Tað uppskotið er í Rættarnevndini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
215198
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028