- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bingjuskipið Ever Given leyst aftur

Gronin á stóra bingjuskipinum, Ever Given, er nú leys. Skipið hevur í næstan eina viku staðið fast í Suez-veitini, og eingi skip hava kunna siglt gjøgnum veitina.
Osama Rabie, sum er stjóri fyri myndugleikarnar í Suez-veitini, váttar sambært Wall Street Journal, at stevnið á 400 metrar langa skipinum nú er leyst.
27.000 rúmmetrar av sandi fluttir
Stjórin fyri myndugleikarnar sigur, at sleiparar framvegis eru í gongd við at tryggja, at skipið verður rættað so mikið, at tað sjálvt kann sigla gjøgnum veitina.
– Vit eru ikki lidnir enn, men skipið hevur flutt seg, sigur Osama Rabie.
Sambært bretska blaðnum, The Guardian, vísa nýggjastu fylgisveinamyndirnar av Suez-veitini, at skipið nú ikki liggur so nógv tvørturum, sum tað lá.
>> SÍ EISINI Føroyskur skipari bjargaði Emmu Mærsk
Gravimaskinur hava grivið og flutt 27.000 rúmmetrar av sandi, har skipið hevði skorað seg fast. Partur av kantinum av veitini er burtur heilt niður til 18 metrar dýpi, har skipið stóð fast.
Graviarbeiðið, flóð og fleiri sleipibátar hava gjørt, at tað er eydnast at flyta skipið.


























