Evropeiski heilivágsstovnurin kannar 45 deyðsføll

bannari
Evropeiski heilivágsstovnurin kannar 45 deyðsføll
Fleiri kanningar verða nú gjørdar av koppingarevninum hjá heilivágsfyritøkuni, AstraZeneca
 
01.04.2021 - 11:03

Evropeiski heilivágsstovnurin, EMA, kannar í løtuni, um 45 deyðsføll kunnu setast í samband við koppingarevnið hjá AstraZeneca.

Heilsumyndugleikar í Evropa hava fingið fráboðanir um 258 álvarsligar tilburðir við blóðtøppum og 45 deyðsføll, har fólk hava fingið koppingarevnið hjá heilivágsfyritøkuni.

Av teimum 45 deyðsføllunum eru 30 í Evropa; teirra millum eitt í Danmark. Tað kemur fram í eini nýggjari frágreiðing hjá evropeiska heilivágsstovninum, EMA, skrivar Ritzau.

Fleiri kanningar mugu gerast

Tað er ikki prógvað, at koppingarevnið hjá AstraZeneca er orsøk til álvarsligu tilburðirnar við blóðtøppum ella deyðsføllum, skrivar EMA í einum tíðindaskrivi.

Men, tað kann vera, og vit noyðast at gera fleiri kanningar, sigur evropeiski heilivágsstovnurin í fráboðanini, sum er send út.

Fram til 11. mars vóru 5,5 milliónir koppsetingar gjørdar í Evropa við koppingarevninum hjá heilivágsfyritøkuni, AstraZeneca.

Frágreiðingin kunngjørd í gjár

Í Stóra Bretlandi - sum ikki longur er limur í Evropasamveldinum - vóru tað til í februar gjørdar útivið 10 milliónir koppsetingar við koppingarevninum.

Kanningar hjá evropeiska heilivágsstovninuym, EMA, hava higartil ikki víst á avgjørdar vansar sum eitt nú aldur, kyn ella forsøgu við blóðtøppum.

Frágreiðingin hjá evropeiska heilivágsstovninum er dagfest tann 24. mars, men frágreiðingin varð ikki kunngjørd fyrr enn í gjár, mikudagin 31. mars.

Fyrimunirnir viga tyngri enn vansarnir

Í frágreiðingini endurtekur heilivágsstovnurin, at fyrimunirnir við koppingarevnini viga tyngri enn vandarnir fyri álvarsligum fylgisjúkum.

Tað var eisini ta niðurstøðuna, sum leiðarin fyri EMA, Emer Cook, kom til á einum tíðindafundi fyrr í mars. Tá segði hon, at koppingarevnið hjá AstraZeneca var "trygt og munagott."

Minst 13 lond, teirra millum Danmark, eru fyribils givin við at brúka koppingarevnið hjá AstraZeneca til greiðari niðurstøður eru komnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. mars
Jambalaja - 210326
205988
Leygardag 21. mars
Upp á tá - 200326
205987
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 21. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205984
Fríggjadag 20. mars
Tinggáttin
205979
Fríggjadag 20. mars
KAKUMiKS 2 (1:7)
205963
Fríggjadag 20. mars
Javnaðarflokkurin í heita stólinum (7:7)
205949