Frakland letur aftur fyri triðju ferð

bannari
Frakland letur aftur fyri triðju ferð
Barnagarðar og skúlar í Fraklandi lata aftur í tríggjar vikur
Mynd: Savnamynd (AP)  
 
01.04.2021 - 17:24

Tað verður gjørt fyri fyribyrgja koronusmittu, segði forsetin, Emmanuel Macron, í einari røðu, sum varð send í fronskum sjónvarpi í gjárkvøldið.

Skúlanæmingar skulu undirvísast heima í næstu viku, og eftir tað skulu tey hava frí í tvær vikur, segði forsetin millum annað, sambært Ritzau og AFP.

Vit høvdu ikki gjørt hetta, um tað ikki var neyðugt, segði Macron í røðuni, ið serliga vendi sær til foreldur í Fraklandi.

Landið letur aftur í fýra vikur

Emmanuel Macron boðaði samstundis frá, at alt Frakland letur aftur í fýra vikur, og at átøkini í landinum verða sett í verk leygardagin.

Frakland er, eins og fleiri onnur lond í Evropa, rakt av triðju koronubylgjuni í løtuni, skriva tíðindastovurnar Ritzau og AFP.

Franski forsetin vísir á, at 44 prosent av teimum, sum í løtuni eru innløgd á intensiv deildum í landinum, eru yngri enn 65 ár.

Kunnu missa tamarhaldið á smittuni

Í løtuni eru tað serliga tey nýggju sløgini av koronusmittuni, ið smitta illa, sum breiða seg skjótt í landinum, sigur forsetin.

Vit kunnu í ringasta føri koma at standa í teirri støðu, at vit missa tamarhaldið við smittuni, ávarar Emmanuel Macron.

Hann leggur afturat, at Frakland má seta munagóð átøk í verk, um landið ikki skal missa tamarhaldið á smittugongdini.

Útgonguforboð eftir klokkan 19

Í teimum økjunum í Fraklandi, har ringast stendur til, sleppa fólk ikki út um dyr eftir klokkan 19 um kvøldið.

Harumframt heitir franska stjórnin á fólk um ikki at savnast meira enn neyðugt, og í størstan mun arbeiða heima.

Nýggjastu tølini vísa, at 95.802 fólk í Fraklandi eru deyð við smittuni, og stívliga 4,7 milliónir fólk hava higartil fingið staðfest smittuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV