Nógv smitta: Svøríki leingir tiltøkini

bannari
Nógv smitta: Svøríki leingir tiltøkini
Landið hevur gjørt av, at tiltøkini sum eru í gildi, fyri at steðga koronusmittuni, fara at halda fram til 17. mai
 
23.04.2021 - 07:28

Tað segði svenski forsætisráðharrin, Stefan Löfven, á tíðindafundi í gjár, skrivar Ritzau. Ætlanin var at linka krøvini frá 3. mai, men koronusmittan heldur fram við at vaksa, og tí verða tiltøkini longd, segði forsætisráðharrin.

Tað hevur við sær, at matstovur og skeinkistøð framvegis skulu lata aftur klokkan 20:30, og mark er fyri, hvussu nógv fólk kunnu vera til handils samstundis.

8.000 smittað í gjár

Støðan er framvegis hættislig, tí fleiri gerast sjúk, og fleiri verða løgd inn á sjúkrahús. Tí mugu avmarkingarnar halda fram, segði Stefan Løfven.

Í Svøríki ger triðja aldan av koronu um seg í løtuni, og Kypros er einasta landið í Europa, har smittan breiðir seg skjótari enn í Svøríki.

Í gjár vóru næstan 8.000 fólk í Svøríki smittað aftrat, samstundis sum yvir 400 fólk liggja á intensivari deild á sjúkrahúsunum og 19 fólk doyðu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444