Vága floghavn 17,6 milliónir í halli í fjør

Vága floghavn 17,6 milliónir í halli í fjør
Leiðslan á flogvøllinum væntar, at hallið í ár verður eisini lutfalsliga stórt
Korona hevur havt álvarsligar avleiðingar fyri virksemið á flogvøllinum, og leiðslan væntar eisini hall í ár
 
07.05.2021 - 10:16

Samtakið Vága floghavn hevði slakar 17,6 milliónir krónur í halli í fjør. Í 2019 var avlop, góðar 5,4 milliónir krónur.

Í leiðslufrágreiðingini væntar Vága floghavn, at summarið 2021 kanska fer at roynast nøkulunda.

- Okkara væntanir fyri føroyska ferðavinnu sum heild eru ikki bjartar, stendur eisini í leiðsufrágreiðingini. 

Hon fær væntandi eina nýggja byrjan, men lítil ivi er um, at takið verður ógviliga tungt. 

Lutfalsliga stórt hall í ár

Leiðslan væntar lutfalsliga stórt hall hjá Vága floghavn í 2021. Umstøðurnar hjá flogferðsluni vera væntandi vánaligar stóran part av árinum, sigur leiðslan í Vága floghavn.

Men hóast støðan er, sum hon er, verður hildið fram at fyrireika útbygging á flogvøllinum, so tað arbeiðið kann byrja, tá tíðin er búgving til tess, stendur eisini í leiðslufrágreiðingini.

Stutt fyri árslok í fjør hækkaði landsstýrið partapeningin í Vága floghavn 15 milliónir krónur. Í samtakinum eru Vága floghavn og dótturfelagið Duty Free.

Regin I. Jakobsen er stjóri í Vága floghavn.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175403
Týsdag 21. mai
Veðrið
175373