- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tunnilsfelagið hevði ikki brúk fyri Sands kommunu
Tunnilsfelagið vildi einki hava við tilbúgvingina á Sandi at gera, tá kommunan í 2017 vendi sær til felagið við fyrispurningi um útgerð og tilbúgving, tá tunnilin skuldi gerast.
Tunnilsfelagið, sum hevði fingið Christian Andreasen, sakførara, at svara fyri seg, segði, at einki krav er til felagið um, at tað skal hava sína egnu tilbúgving. Ætlanin er at leiða roykin upp á Sandi og brúka Tórhsavnar Sløkkilið, um eldur er í tunlinum.
Nýggj høll til sløkkiliðið
Skal nøkur serlig útgerð til at røkja tilbúgvingina í sambandi við trygdina í Sandoyartunlinum?
Tað vildi borgarstjórin á Sandi vita í 2017.
Tann 13. juli skrivar Brandur Sandoy, táverandi borgarstjóri, at Sands kommuna ætlar at byggja eina nýggja høll til sløkkiliðið, og hann vendir sær tí til tunnilsfelagið og spyr, um tey skulu taka atlit at størri útgerð, tá høllin skal byggjast.
Eisini vil hann vita, um tunnilsfelagið hevur áhuga fyri at gera eina avtalu við Sands kommunu um tilbúgvingina til tunnilin, sum fer at koma upp í Sandoynni.
Sambært tilbúgvingarlógini hava kommunurnar ábyrgd av tilbúgvingini í kommununi, men fyritøkur við eitt nú serliga vandamiklum goymslum skulu hava eina egintilbúgving.
Eisini eru dømi um, at fyritøkur rinda kommunum fyri at hava neyðugu tilbúgvingina, um tær eru til serligan váða fyri trygdina í kommununi.
Eingin áhugi
Men tunnilsfelagið hevði ikki áhuga fyri at gera nakra avtalu við Sands kommunu.
Eingin serlig útgerð er neyðug, var svarið hjá felagnum, sum hevði biðið Christian Andreasen, sakførara, um at føra pennin.
Sakførarin vísir á, at tað er ábyrgdin hjá kommununi at hava tilbúgvingina í kommununi, og at felagið nýtist ikki at hava nakra egintilbúgving sambært lógini um tilbúgving, sum nevnir fyritøkur við eitt nú stórum goymslum við vandamiklum evnum sum dømi.
Haraftrat, at ráðgevar felagsins, í sambandi við projekteringina av Sandoyartunlinum, hava lagt til grund, at "ein møguligur brunainsatsur skal koma úr Tórshavn, tí har er bygd ein vælvirkandi tilbúgving við vakarskipan og líknandi."
Christian Andreasen greiðir frá, at tunnilin verður bygdur soleiðis, at allur roykur í tunlinum kann blásast út móti Sandoynni, sjálvt um eldur skuldi komið í í brekkuni niðan móti Gomlurætt, og at tunnilsfelagið tí ikki fær brúk fyri eini tilbúgving á Sandi.
Sandoyar kommuna hevur onga váðameting gjørt í sambandi við, at tunnilin gongur upp í Sandoynni, hóast tað er eitt lógarkrav. Orsøkin er, sambært átaksleiðaranum, at tey hava fingið boð frá tunnilsfelagnum um, at tað ikki er tørvur á tilbúgvingini á Sandi.