WHO góðkennir kinesiskt koppingarevni

WHO góðkennir kinesiskt koppingarevni
Tilgongdin at góðkenna koppingarevnið Sinovac í ES er byrjað
Koppingarevnið er góðkent at brúka til fólk, sum eru eldri enn 18 ár
 
03.06.2021 - 08:53

Heimsheilsustovnurin, WHO, hevur nú góðkent kinesiska koppingarevnið, Sinovac, skrivar Reuters. 

Koppingarevnið er góðkent at brúka til fólk, sum eru eldri enn 18 ár, og WHO mælir til, at seinna prikið verður givið tvær til fýra vikur seinni.

Einki aldursmark er í eldra bólkinum, tí Sinovac-koppingarevnið verjir gomul fólk væl, sigur WHO.

Tilgongdin byrjað

Tilgongdin at góðkenna koppingarevnið í ES er longu byrjað.

Meting verður javnan gjørd av Sinovac-koppingarevninum, og tað er fyrsta stigið á leiðini at verða góðkent. Men enn hevur kinesiski framleiðarin ikki sent inn formliga umsókn um góðkenning.

Evropiski heilivágstovnurin, EMA, segði fyri einum mánaði síðani, at dátur benda á, at koppingarevnið mennir mótstøðuføri í kroppinum móti koronu.

Virusið doyr

- Hetta er fyrsta koppingarevnið, sum brúkar koppingarmeginregluna um, at tú gert covid-19-virusið óvirkið, - at tað doyr.

Kinesisk feløg hava í stóran mun arbeitt eftir hesi meginreglu, segði Sigurd Hortemo, í norska heilivágstovninum, við VG.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329