Mladic fingið lívlanga fongsulsrevsing

Mladic fingið lívlanga fongsulsrevsing
ST-kærudómstólurin í Haag hevur í dag staðfest dómin í málinum móti fyrrverandi bosniska-serbiska herovastanum
Ratko Mladic skal sita í fongsli restina av ævi síni
 
08.06.2021 - 15:56

ST-kærudómstólurin í Haag hevur í dag staðfest dómin í málinum móti fyrrverandi bosniska-serbiska herovastanum, Ratko Mladic, sum kærdi  lívlanga fongsulsdómin, sum hann fekk fyri fólkadráp. 

Tað skrivar Reuters.

78 ára gamli Mladic skal sostatt sita í fongsli restina av ævi síni. 

Í 2017 varð hann dømdur lívlangt fongsul fyri fólkadráp, krígsbrotsverk og brotsverk móti mannaættini í borgarakrígnum í Bosnia-Hersegovina frá 1992 til 1995. 

M.a. er hann dømdur fyri hópdrápini í Scrbrenica, har 8.000 bosniskir dreingir og menn vórðu dripnir eftir fáum døgum í juli 1995.

Mladic var róptur "Slaktarin úr Bosnia", m.a. tí hann gav boð um hópdrápið í Srebrenica í 1995 og 40 hersetingina av Sarajevo, sum vardi í 40 mánaðir.

Dómurin varð kunngjørdur tíðliga seinnapartin í dag.

Dómur í dag kemur eftir 25 árum við rættarmálum í serliga ST-krígsbrotsmannadómstólinum fyri fyrrverandi Jugoslavia,(ICTY), og dómurin fevnir um 90 fólk.

Ratko Mladic gekk leysur og krógvaði seg í fleiri ár eftir kríggið, men í 2011 varð hann tikin í Lasarevo í Serbia og útflýggjaður krígsbrotsmannadómstólinum í Haag.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 29. mars
Gudstænasta úr Kaldbaks kirkju
206399
Leygardag 28. mars
LEITISSTEIN 27.03.2026
206382
Leygardag 28. mars
Upp á tá - 270326
206370
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 29. mars
Gudstænasta í Kaldbaks kirkju
206398
Fríggjadag 27. mars
Veðrið
206362
Fríggjadag 27. mars
Løgtingsval 2026 - teknmálstulkað
206360
Fríggjadag 27. mars
KAKUMiKS 2 (2:7)
206356
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335