Ríku londini lata fátækum londum koppingarevni

Ríku londini lata fátækum londum koppingarevni
Leiðararnir í G7-londunum ætla at finna semju á toppfundinum, sum verður í Bretlandi um vikuskiftið
Joe Biden, forseti, og Boris Johnson, forsætisráðharri, á G7-toppfundinum í Cornwall. Koppsetingarstøðan í fátæku londunum er eitt av evnunum á toppfundinum
 
11.06.2021 - 09:32

G7-londini hava ætlanir um at lata fátæku londunum eina milliard skamtar av koppingarevni fyri koronu.

Leiðararnir í G7-londunum ætla at finna semju um koppingarevnið á toppfundinum í Cornwall um vikuskiftið. Tað boða bretsku myndugleikarnir frá, sum eru vertir fyri fundinum.

Ein ætlan skal gerast fyri, hvussu koppingarevnið skal gjaldast og býtast út til nógv lond, skrivar NTB.

Bretland letur 100 mió. skamtar

Bretland hevur kunngjørt, at landið fer at lata fátæku londunum minst 100 milliónir skamtar av koppingarevni, áðrenn árið er liðið.

Fimm milliónir skamtar skulu latast, áðrenn september er úti, og farið verður undir at lata koppingarevnið í næstum.

Umleið 80 prosent av koppingarevninum úr Bretlandi skal latast gjøgnum Covax, sum heimsheilsustovnurin, WHO, stendur fyri.

USA letur 500 mió.

Í gjár boðaði amerikanski forsetin, Joe Biden, frá, at USA fer at lata 500 milliónir skamtar av koppingarevni til 92 lond, har inntøkan er lág ella miðal.

ES-londini hava eisini samtykt at lata minst 100 milliónir skamtar av koppingarevni til fátæku londini í hesum árinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Mikudag 25. mars
Stoffskiftissjúkur í Føroyum
206183
Mikudag 25. mars
Morgunlestur mikudagur 25.mars 2026
205922
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 3:3
135628
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 1:3
134983
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345