Eriksen small um og fekk fyrstuhjálp

Eriksen small um og fekk fyrstuhjálp
Dysturin millum Danmark og Finnland varð steðgaður, tí miðvallarin, Christian Eriksen, small um og varð borin av vølli. Hann er við vit, sigur DBU
Danska liðið stillaði seg í ring um Christian Eriksen, sum brádliga small um
Mynd: Getty Images  
 
12.06.2021 - 18:41

EM-dysturin millum Danmark og Finnland er fyribils steðgaður, tí miðvallarin, Christian Eriksen, brádliga small um og varð borin av vøllinum eftir at hava fingið fyrstuhjálp.

Dansk Boldspil Union skrivaði fyri løtu síðan, at Christian Eriksen er við vit, og at støðan er stabil. Hann er innlagdur á Ríkissjúkrahúsinum og verður nú kannaður nærri, boðar DBU frá.

40 minuttir vóru spældir av fyrra hálvleiki, tá Christian Eriksen brádliga small um. Samarittar og danska læknatoymið komu á vøllin og góvu miðvallaranum viðgerð á vøllinum, meðan liðfelagarnir stillaðu seg í ring rundan um hann. 

Umleið eitt korter seinni varð hann borin av vøllinum og koyrdur á sjúkrahús.

Júst nú er avgjørt, at dysturin verður spældur liðugur í kvøld. Hann byrjar aftur klokkan 19.30.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 10. februar
Veðrið
204022
Týsdag 10. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
203976
Mánadag 9. februar
Veðrið
203957
Sunnudag 8. februar
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
203896
Sunnudag 8. februar
Ítróttarfagnaðurin 2025
203885