Stjórin í Norwegian koyrdur

Stjórin í Norwegian koyrdur
Nýggjur stjóri er Geir Karlsen, sum hevur verið fíggjarstjóri í flogfelagnum
Jacob Schram er ikki longur forstjóri í Norwegian, men hann skal starvast í flogfeløgunum til 31. mars næsta ár
 
21.06.2021 - 15:41

Forstjórin í flogfelagnum Norwegian, Jacob Schram, varð í gjárkvøldið koyrdur úr starvi. Hann hevur verið hálvtannað ár í stavinum.

Fíggjarstjórin, Geir Karlsen, tekur við sum forstjóri í Norwegian, hevur flogfelagið boðað frá. 

Stýrið í Norwegian samráddist við Jacob Schram, men eingin semja varð funnin. Sambært avtaluni, fær fyrrverandi forstjórin uppsagnarløn í níggju mánaðir. Síðani fær hann eisini eitt gylt lógvatak næstu 15 mánaðirnar. Roknsakpurin fyri 2020 vísir, at hann fekk 7 milliónir krónur í løn, skrivar Danmark Radio.

Bilsin um uppsøgnina

Jacob Schram skal eisini í uppsagnartíðini "styðja stýrið av fullum huga", sum tað verður orðað í avtaluni, tað vil siga arbeiða fulla tíð, til 31. mars 2022, skrivar Dagens Næringsliv.

NRK skrivar, at fyrrverandi forstjórin er bilsin um, at hann varð sagdur úr starvi.

Norwegian vil ikki viðmerkja støðuna, hví Jacob Schram skuldi sigast upp.

Geir Karlsen heldur fram við somu løn, sum hann fekk í starvinum, sum hann hevði frammanundan í fyritøkuni, tað vil siga 3,2 milliónir norskar krónur.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. januar
Upp á gólv
202150
Hósdag 1. januar
Andakt
202148
Hósdag 1. januar
Vælkomin heim
202132